Eg eiti Siri Helgadóttir Tórgarð og eg eri fødd í 1978. Eg livi saman við Sonna og vit hava seks børn til saman - míni, hansara og okkara.
Í 2011 gjørdist eg kandidatur í donskum og organisatións samskifti frá Københavns Universitet, og flutti til Føroyar eftir 16 ár í Keypmannahavn.
Tað var ein kollvelting fyri meg og børn míni at flyta til Føroyar - sumt til tað betra og annað til tað verra.
Fyrst fluttu vit til Havnar, men í 2013 hitti eg Sonna, og ári eftir tá Erla (okkara) var fødd fluttu eg og míni til Fuglafjarðar.
Tað hevur eisini veri ein stór broyting - tó nógv mest til tað betra fyri okkum øll.
Eg havi altíð haft ein stóran áhuga fyri menning - eg havi arbeitt við førleikamenning, leiðslumenning og sjálvsmenning seinastu nógvu árini. Og arbeiðið eg nú sum coach, skeiðshaldari og leiðsluráðgevi.
Orsøkin til mín áhuga er, at eg eri heilt vís í, at tað vit seta okkum fyri kunnu vit. Í roynd og veru ber tað til.
Onkintíð mangla vit bara amboðini, aðrar tíðir tørvar okkum onkran at hjálpa og stuðla okkum á leið okkara.
Eg vóni at hesin bloggurin kann vera íblástur til tín og menning tína - og kann stuðla tær á leið tíni.
1000 takk fyri at tú lesur bloggu mína.