Guilt tripping

Á páskum fóru vit øll í summarhúsið hjá okkum í Danmark – ein sera hugnaligur túrur. Men tað var nú ikki tað, eg skuldi skriva um í dag.
Meðan vit vóru avstað hevði tann stóra gentan hjá Sonna føðingardag – og tað skuldi sjálvandi hátíðarhaldast.

Eg fór í Bilka at keypa inn til dagin – mat, kakur, okkurt at drekka og pynt. Eg keypti nøkur fitt ljós at seta í lagkøkuna, tvær ljósketur og serviettar. Eg umhugsaði at keypa einnýtis borðbúna, men frá tí aftur, tí tað dálkar so illa umhvørvið. Og so var tað tað, skuldi eg keypa súgvirør?

Eg hugsaði eina góða løtu um hetta – haldi at súgvirør, eru so fín til barnaføðingardag, men hevði akkurát sæð eina rúgvu á facebook um hvussu illa súgvirør dálka. Gerast til mikroplast og fara í havið og í fiskin osv. Nei, eg mátti heldur lata vera – nú hevði eg valt einnýtis borðbúnaðin frá, og best mundi fara at vera, at velja súgvirørini frá eisini.

Heimkomin aftur í summarhúsið, síggi eg at Sonni (sum hevði verið eitt annað ørindi, meðan eg keypti inn) hevði keypt súgvirør. Farvurík, fín og stuttlig súgvirør.

Eg merkti umgangandi, at orsøkin til at eg ikki hevði keypt súgvirør í Bilka, var tann, at eg hevði fingið eitt herindi av ringari samvitsku, men mest av øllum, tí eg vildi ikki vera HON sum ikki dugir at stýra sær – keypir oyðandi lutir, sum stillisliga, men vissuliga taka lívið av móður jørð.

Tað sló meg sum eitt lyn frá klárum himni – í øllum hesum snakkið um umhvørvið og hvussu vit kunnu gera bæði eitt og annað fyri at vara av náttúru okkara, leggja vit eitt stórt sosialt trýst á hvønn annan.

Eingin ynskir at vera tann, sum er eitt miljø svín.
Tankin um at hini halda teg vera eitt miljø svín, klistrar seg inn á samvitskuna og ganga vit runt og hava samvitskubit av hesum.

Tannbustir, av øllum, so skal eg hava ringa samvitsku um at vit brúka plast tannbustir. Vit brúka millum 30-40 tannbustir um ári heima hjá okkum. Tað er mega nógv.
Men sjálvandi gera vit tað, tí vit hava fingið banka inn í høvdi at tað er umráðandi at busta tenn hvønn dag, fleiri ferð um dagin (tað vil eg nú eisini viðganga, at eg eri púra samd í).
Og at tannbustin skal skiftast regluliga, annars gerst hon vemmilig og óbrúkilig.
Colgate, sum hevur størsta marknaðarpart, ger plast tannbustir, ið fáast í einum og hvørjum handli kring allan heimin, tískil verður tað aloftast ein plast tannbust frá Colgate, sum endar í mínar kurv, tá eg fyri 4 ella 5 ferð tað ári skal skifta allar tannbustirnar út heima við hús.
Men tað er við ringu samvitskuni, sum fylgi svein. Tí eg veit at tað ber til, onkustaðni á netinum, at keypa bambus tannbustir, sum eru umhvørvis vinarligar.

Tannbustin og súgvirøri eru bara tvey dømir – nevnast kann eisini bummull blusan, vatn á fløsku, shampoo, plast innkeyps posar, bananir, keks og avokado, sum er pakka eyka væl inn í plast, kjøt, sum er vakuumpakkað, lagt í ein plastbakka og síðan pakka inn í plast osv.

Alt hetta eru vørur, ið eru at finna í matvøruhandlunum rundan um okkum og sum gera gerandisdagin hjá okkum lættari. Tað er nemt og sera lætt atkomuligt, tí tað er allastaðni.

Kvinnur keypa 75% av øllum gerandisvørum til húsarhaldi – og tað eru eisini kvinnur, sum eru størsti forsprákarar fyri burðardygd.
Tíverri eru tað eisini kvinnur, ið hava ringast samvitsku um at tær ikki keypa burðardygt nokk, tí tær ynskja at taka ábyrgd fyri umhvørvinum, at geva sínum børnum tað besta og at vera HON, sum er tilvitað um gerandisvørurnar, hon nýtir.

Eg kundi so gott hugsa mær at vent hesum á høvdi – hevði tað ikki verið betur um eg kundi fara oman í mín gerandisvøruhandil og keypt nýggjar tannbustir, sum vóru burðardyggar?

Á tann hátt skuldi eg ikki haft ringa samvitsku, tí eg visti at framleiðarin av vøruni var tilvitaður um umhvørvið, tók ábyrgd og framleiddi eina burðardygga, góðsku góða og prís vinarliga vøru, ið var løtt atkomulig og hent hjá mær at keypa.

Kanska eg eri eitt sindur bláoygd, men tað haldi eg hevði verið tað rætta og nógv betur enn at koyra konufólk á eina guilt trip, hvørs endastatión er at føla seg ótilstrekkuliga.

So var tað sjálvandi eisini hasi súgvirørini – tey eru púra óneyðug. Men sum tey prýða væl á borðinum til ein barnaføðingardag.

Um tú hevur hug at hoyra meira, so var hetta evni á Breddanum hjá KVF 2. maj (tað er 40 min inn í sendingina):

Breddin

Og um tú hevur nakra viðmerking, er tú sjálvandi vælkomin at skriva

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *