Ein hurð og onnur

Sat og prátaði við eina vinku, um lívið og tað sum har til hoyrir, og vit komu at snakka um hurðar, ið latast upp, tá aðrar latast aftur. Og um hurðar, ið eru afturlatnar.

Eg haldi at hurðin, sum ímynd er heilt einastandandi, tí tað er so ræðuliga nemt at síggja tað fyri sær. Vit duga øll at ímynda okkum eina hurð, sum er afturlatin – og tað er nemt hjá okkum at ímynda okkum, at hendan hurðin er stongd, at hon er trek ella at hon stendur á glopp. Og eru hetta sera góðar ímyndir av kenslum okkara, ið vit kunnu fáa tá vit standa áraka eini avbjóðing.

Eg og vinkan prátaðu um ávíst, sum vit vóru farnar undir. Vit høvudu í summum førum banka á afturlatnar hurðar, fyri at fáa tær upp, soleiðis at vit kundu gerast partur av tí sum var innanfyri. Ella vit høvdu lati onkra hurð aftur eftir okkum og skimaðust vit rundan um okkum, at vita um vit dugdu at síggja onkra aðra hurð, ið stóð á glopp.

Úrskurðurin úr samrøðu okkara var tann, at hvørgan okkara hava gingið gjøgnum lívsins gongd uttan at steðga á, fara yvir til onkra hurð, sum vit hildu vera áhugaverda og hugt inn.

Onkintíð hava vit nokk gloymt at tendra ljósið áðrenn vit eru farnar inn, og tískill hava vit ikki heilt vita hvat tað er vit eru farna inn til. Men al oftast hevur tað lukkast okkum at fáa okkurt gott burturúr allíkavæl.

Vit hava eisini tikið í onkra hurð, ið hevur verið læst. Sjáldan hava vit góðtikið, at tað bara var solieðis tað var. Oftari hava vit roynt at leita eftir eini aðrari hurð, sum kundi føra okkum á somu leið. Ella eisini hava vit banka uppá og kanna nærri um tilbar at sleppa framat.

Vit hava eisini báðar roynt at ganga eitt sindur aftur og fram á gongini, og smá irriterast um at allar hurðarnar vóru aftur og sýnast at vera læstar. Vit hava grubla yvir hvussu vit skulu koma innum og onkintíð roynt at skunda undir, at onkur ávís hurð, skuldi latast upp.

Royndir okkara hava tó lært okkum at áhaldni og ein føst trúgv uppá at tað ber til, fær tað at bera til.

Vit hava báðar funnið hvíld í vissuni um at ein afturlatin hurð, er ikki tað sama sum, at eingin vegur er fram – tað er bara at halda á fram og hyggja rundan um seg. So skal onkur gloppa hurð nokk vísa seg.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *