Storytelling

Her er fyrilesturin sum eg helt 8. mars á Altjóða kvinnudegi um storytelling – um at siga søgur, um seg sjálva og um aðrar.

Góðan lesi hug

Staðfestast kann at allar mentanir hava til allar tíðir brúkt søgu sigan (storytelling), sum miðil til undirhald, at læra frá sær og til at varðveita mentanina.

Við at siga søgur endurgeva vit okkara áskoðan og hugsjón um verðina. Søgurnar eru berarar av virðum og siðreglum, og vísa á hvat vit meta vera rætt og skeivt.

Á hendan hátt stuðla, játta og byggja søgurnar okkara mentan og norm.
Tann danski málfrøðingurin Erik Møller ger vart við at søgu sigan hevur tríggjar funksjónir

1. At argumentera
2. At undirhalda
3. At sjálvfrásiga (selvfremstille)

Um vit brúka søgu sigan í argumentatión okkara, gera vit tað lættari hjá mótparti okkara, at skilja okkara argument.
Vit taka tiltakið, sum hetta uppleggi kemur frá, sum dømi: okkara argument fyri at fáa luttakarar at koma, er bygt inn í søguna “Hon sjálv” – hesa yvirskrift høvdu vit ikki kunna brúkt allastaðni – tað er ein serligur týdningur knýttur at søguni “Hon sjálv”, sum er tengdur at okkum, sum hava við Fuglafjørð at gera. Tað liggur nakað av jantelóg í hesum – hvør heldur hon seg vera? Ella hvat ólukkan skal hon nú gera hatta fyri? Tað kann henda seg, at ein kvinna úttalar seg um okkurt, sum ikki er vanta av henni, at hon skal vita nakað um. Og at hon so hevur rætt – tá kemur “Hon sjálv” eisini í brúk.

Við at brúka hetta sum yvirskrift til tiltak á altjóða kvinnudegi, vantaðu vit sum skipaðu fyri, at tær flestu, ið luttóku hetta kvøldið, roknaðu við at vit fóru at bjóða hugtakinum av.

At brúka søgu sigan sum undirhald kenna vit frá bókmentum, sjónvarpi, sjónleiki osv. Vit skulu minnast til, at søgurnar eisini tá eru berarar av virðum og siðreglum, og vísa á hvat er rætt og skeivt. Lat okkum taka dømi, sum Anne Mette, prestur legði á facebook 8. mars – í teknirøðini Gurli gris, sum er til heilt smá børn, verður pápin lýstur, sum eitt sindur býttisligur, tjúkkur og fjarður – er hetta soleiðis vit ynskja at pápar skulu vera lýstir?

Í Føroyum kunnu kvæðini eisini takast fram sum dømir á søgu sigan, sum undirhald, ið stuðlar siðvenjuni og heldur fast um normin.
Sjálvfrásøgn er hvussu vit siga søgur, um okkum sjálvar fyri okkum sjálvum og øðrum.

Í øllum gerandis søgum, sum vit siga frá um hvørja aðra og um okkum sjálvar, liggja ymisk virðir aftanfyri – og vit meta um hvørja aðra og okkum sjálvar, í mun til um tað er samsvar millum okkara persónligu virðir og tey virðir, sum eru í søguni.

Vit kunnu tildømis taka barnsburðarfarloyvi – tað eru ótrúliga nógvir normir og virðir knýtt at hesum. Eg havi møtt fleiri, sum meðan tær eru á farloyvi, snakka um hvussu keðiligt tað er, at tær skulu byrja aftur skjótt, tí tær elska at vera heima við tí lítla og tað er so synd fyri lítla barni, at skula á stovn. Áh, tær høvdu vilja at farloyvi var longur, og um tað bar til, so høvdu tær vilja veri heima til barni var minst 2 ár.
Hervið skapa tær eina sjálvfrásøgn um, at tær eru góðar mammur, sum seta barni framum seg. Tí tørvurin hjá barninum, gert tørvurin hjá mammuni. Samstundis leggja hesar søgur grundina undir tann normin og tey virðir, at tær mammur, sum heldur seta egnan tørv framum barnsins, eru norm brótarar og hava virðir, ið víkja frá – og tá tað eru fleiri, sum siga søguna, um at barni kemur framum, so er tað tey virðini, sum vinna innrás og ein góð mamma velur barni framum seg.

Tað sama er galdandi tá vit snakka um meira samfelags politisk viðurskifti – aftur til barni og mammuna – søgan um ófødda barni, sum er óskyldugt og hevur rættin til lívið vinnur á søguni um kvinnuna, sum er við barn, men ikki ynskir fáa barni og vil hava ein abort. Tí søgan um tað óskylduga og reina vinnur á søguni um óvart sex.

At gerast við barn er ein gáva, sigur søgan. Søgan berur virðir um sjálvuppofran, tað góðu kvinnuna, sum er biologisk gjørd til at bera mannaættina víðari. Og so sjálvandi guds gávu til okkum menniskju, at kunnu seta børn í verðina, soleiðis at vit kunnu koma og fara ætt eftir ætt. Trupulleikin við hesum, er bara tann, at tær kvinnur, sum ikki síggja tað, sum ein gáva, at gerast við barn, eru normbrótarar og ganga ímóti virðunum, sum eru í samfelagnum, tað merkir at tað gert til eitt tabu at fáa abort og kvinnur, sum hava fingið ein abort vera stigmatiseraðar – eingin áhugi er fyri teimum og umstøðum teirra.

Nú havi eg snakka nógv um hvussu virðir, normur og mentan verður endurgivið í søgum, og hvussu søgur kunnu brúkast til at fáa okkum til at rætta inn.

Ein annar vinkul uppá søgurnar eru tær meira persónligu søgurnar – eitt dømi kann vera – ein kvinna hevur bundið eina ótrúliga flotta troyggju, og onkur sigur við hana at troyggja er simpulthen so pen, virkuliga flott bundin, og kvinnan svarar so aftur
– Nei, tvætl hattar er einki.

Her sigur hon mest við seg sjálva, at tað arbeiðið, sum hon hevur lagt fyri dagin, at binda troyggjuna, er lítið og einki vert = tað sum hon tekst við, er lítið og einki vert. At hon ikki dugir serliga væl.

Hetta hevur ávirkan á okkara sjálvsfatan – um vit ikki halda, at tað vit gera er nakað serligt, so er tað tí, at vit ikki halda, at vit duga nakað serligt ella í hvussu er, ikki hava rætt til at halda tað frammanfyri nøkrum øðrum.

Tað breiður seg sum ringar í vatninum – um hon ikki heldur at tað, hon ger er nakað serligt, so kann eg heldur ikki halda, at tað eg geri er nakað serligt, tí hon dugur betur enn eg. Ringrásin er fullgjørd, tí tað gert til norm, ikki at halda seg duga og í øllum førum, ikki at siga at man dugir.

Vit brúka eisini søgur til at framstilla okkum sjálvar – hvørjar vit eru og hvat vit gera.

Hugsa um eitt typiskt ævintýr, har er altíð ein hetja, okkurt sum hetjan tráar eftir, onkur sum hjálpir, onkur mótstøða, ein sum gevur og ein sum fær.
Hetjan vil hava prinsessuna. Hann far hjálp frá tí góðu dísini, tí hann skal berjast ímóti einum dreka fyri at vinna prinsessuna, sum kongurin gevur honum.

Tíverri eru kvinnur ofta gevarar ella hjálparar í søgum sínum, og sjáldan hetjurnar. Vit hella til at seta okkum sjálvar í tað støðu, at vit hjálpa onkrum í ævintýri teirra ella vit eru tær, sum skulu geva okkurt frá okkum, soleiðis at hetjan í ævintýrinum, fær tað sum viðkomandi søkir.

Tað ávirkar hvussu vit meta um støðu okkara. Um vit altíð skulu geva ella hjálpa, kunnu vit ikki sjálvar avgera lagnu okkara, tí hon er ikki tengd at okkum, men at tí, sum vit hjálpa ella geva til.

Eitt dømi – kvinnan handan mannin. Hennara søga er tann, at hon hjálpir manni sínum í karrieru hansara við at passa hús og heim. Tað merkir at hon ikki hevur eitt ævintýr sjálv, men hon er ein bipersónur, í sínum egna lívi.

Har aftur ímóti kann søgan eisini vendast til at kvinnan hevur valt at skapa sær umstøður, sum gera at hon kann brúka orku sína uppá hús og heim, har hon hugnar sær við børnum, matgerð, húsarhaldi og at súlta. Nú er hon ikki bipersónur, men høvuðspersónur í síni egnu søgu.

Í dag eru nógvir ymiskir sosialir miðlar, sum gera tað læt, við myndum og stuttum tekstum, at siga søgur frá gerandisdegi okkara. Vit brúka eitt nú facebook og instagram til at byggja eitt image úteftir – og vit brúka somu miðlar og aðra við, til at fylgja við í søgunum hjá øðrum.
Meinbogin í hesum er bara tann, at flest okkara siga bara søguna um hvussu gott alt er ella hvussu væl vit klára okkum. Um vit vend aftur til tað, sum er innbygt í at siga søgur – at vit í søgum fortelja um norm og moral – leggja vit eitt eyka trýst á okkum sjálvar og hvørja aðra við hesum ímyndum, sum vit byggja á sosialu miðlunum.

Eisini tí at tað er staðfest, at kvinnur typiskt seta seg sjálva í hjálpar ella gevara rolluna og brúka munandi fleiri negatiónir í málbrúki sínum um seg sjálv, enn menn. Og er hetta beinleiðis í tvídrátti við tað image vit smíða á sosialu miðlunum.
Og tá tað er misjavnvág í tí vit gera, siga og hugsa, elvur tað til at vit føla okkum ófullkomnar.

At enda fari eg at heita á tykkum, um at hugsa um søgur tykkara – hvørji virðir og hvat fyri normur er íbúgvi søgum tykkara? Og hvørja rollu hava tit í ævintýri tykkara?

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *