Um at toyggja sína comfort zone

Puff ha, eg skal í ‘Morgunsendingina’ í útvarpinum í morgin kl 8 – og longu nú eri eg so nervøs at eg næstan ikki fái hugsa samanhangandi tankar. Eg stilli beint inn á alt tað, ið kann ganga galið – at eg ikki fari at fáa orða meg orduligt, fari ikki at vita hvat eg skal siga, eg fari at ljóða alt ov nervøs, fólk fara at finnast at, tí eg sigi ella okkurt heilt annað.

Tað sum sjálvandi er á vási er, at eg veri noydd at trakka út úr mínum comfort zone – eg eri ikki von at vera í útvarpinum og siga mína hugsan í einum almennum rúmið, ið røkkur út til allar Føroyar.
Eg eri von við at skræða meg, um eitt hvørt, sum liggur mær at hjartanum, í minnið sosialum hópum – har tey eg práti við, al oftast eru samd við mær, ella um ikki annað, so nokkso samd – av tí at eg, sum fólk flest, eri saman við fólki, sum eru rættuliga lík mær…

Tað sum er umráðandi hjá mær í hesi støðu, er ikki at gerast óttafull ella lata kenslurnar fara avstað við mær – um tað hendur fara eg út í zone of anxicety – ótta sonuna – har eg ikki fáa tikið við læru og eg einki fái burturúr, annað enn kensluna av ótta og angist um ikki at vera før fyri, at bera boðskap mín fram.

Í staðin skal eg viðurkenna meg sjálva og at eg føli órógv – tað er einki undarligt í tí. Tað er heilt vanligt at vera spent, tá okkurt nýtt stendur fyri framman. Eg skal minnast til at lata kensluna koma og tora at vera við hana, til eg er klár at lata hana fara aftur.

Tað er eitt sindur ymiskt hvussu vit gera hetta – summi hava tørv á at vera í frið og hugsa um tað. Onnur stákast við okkurt heilt annað, fyri at fáa tankarnar, burturfrá tí, sum fær tey út úr comfort zone. Og aftur onnur, sum eg, snakka um tað við øll, sum tíma at leggja oyra til – eg havi tørv á at fortelja hvat tað er, eg eri nervøs um og hví, og at fáa at vita, at sjálvandi fer tað at ganga. Orsøkin at eg havi tørv á, at fáa at vita, at tað fer at ganga, er at so veit eg, at tey rundan um meg hava álit á mær – og so virkar tað eitt sindur býtt at eg ikki sjálv hava álit á mær…

Tá eg havi fingið viðurkenning og eg føli meg trygga aftur, eri eg klár at trakka inn í learning zone – tað lærandi sonuna. Tá fái eg hugsa skynsamt og skipa, og fái fyrireika meg til tað sum stendur fyri framman. Eg eri enn spent og føli eitt sindur av órógv, men hetta slagið av nervøsiteti, ger bara at eg eri skarpari – enn meira klár.

Ringrásin er fullgjørd, tá eg havi lært – í hesum førinum – at tað, at siga mína hugsan alment ikki er farligt.
Og mín comfort zone er víðka, tí næstu ferð eg skal siga mína hugsan alment, havi eg hesa royndin at trekkja uppá (skal tó viðganga, at soooo nemt er tað kanska heldur ikki. Men eg eri royndina ríkari, og gerist tískil minnið nervøs næstu ferð).

Og hvussu við tær? Tá tú verður bjóða/ur av, tekur tú so av?
Eitt hugskot hjá tær kundi veri at funni út av, hvussu tú ert í kensluni, torur at standa við hana og síðan sleppur henni aftur.

Góðan arbeiðshug

ps. Um tú hevur hug at læra meira um comfort zone, ber til at lesa meira á netinum – søk eftir comfort zone model. Um tú vilt vita enn meira um hesa teori, hygg so nærri at Zone of proximal development hjá Vygotsky.

Tú er sjálvandi eisini vælkomin, at seta teg í samband við meg, um tú fert undir at arbeiða við hvussu tú á bestan hátt, kemur úr tíni comfort zone og hevur tørv á hjálp.

siri@torgard.fo ella ring á 582905

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *