Forðabreyt

At koyra til Havnar úr Fuglafirði til dagligt er, sum at luttaka í eini forðabreyta kapping.

Fólk og fæð, bilar, lastbilar og súklur alt saman í einum hurlivasa á vegnum, sum er høvðusæðr millum fólkaríkastu økini í Føroyum.

Ein dagin herfyri eg fór avstað, byrjaði eg við at liggjar aftan fyri ein treylara, sum sjálvandi ikki kláraði at koyra meira enn 2 í mótbrekku – í londum rundan um okkum, hevur man loyst hendan trupuleika við at gera eina eyka koyrubreyt til tunga ferðslu, soleiðis at sleppast kann undan óhepnum yvirhálingum.
Eftir at hava koyrt við javnari ferð eina løtu, mátti eg slakka harðliga av tí ein bilur koyrdi beint út fyri meg, frá ein av teimum uml 35 av og á koyringunum, sum eru millum Fuglafjørð og Tórshavn – av og á koyringar út á høvuðsvegir eru sera vandamiklar, og átti tali av teimum at veri minka sum mest møguligt – og rundkoyringar veri gjørdar fyri rest.
Komin suður til Hvalvíkar, má eg enn einaferð minka um ferðina, tí fólk ganga í síðuni av vegnum – har er eingin gongubreyt og ganga tey tískil í vegjaðarinum, heldur tætt uppá koyribreytina.
Í Kollafirði er ikki vetrarfriða og gongur seyður mitt á vegnum, sum bilurin frammanfyri meg, ikki sær fyrrenn í evstu løtu – aftur ein hørð uppbremsing.
Í Kalbaksbotni er onkru smartur Havnamaður farin á nýtímans motiónstúr við síni fancy súklu, og av tí at tað er nógvur trafikkur, sleppa vit ikki framvið og mugu tískil koyra í súkluferð hálvan Kalbaksbotn – eg hugsi, at nú tað er so moderna at súkla, so kanska vit áttu at fingið gjørt súklubreytir, soleiðis at bæði vit sum koyra bil og tey sum súkla kunnu koma trygt úr einum stað í annað.
Og so sjálvandi var ein sunnudagsbilistur úti og koyrdi eisni – mitt í háferðslutíð – tað er sjálvandi ringt at gera nakað við, tí fólk hava sjálvandi loyvi til at koyra varisliga. Men tað er allíkavæl vandamikið, tí ofta eru bilførðarar, ið ikki hava tol at bíða ella at koyra varisliga eina løtu, og sum so fara undir at yvirhála, sjálvt um sýni ikki er gott nokk.
Komin innum býarskelti er bara fløskuhálsurin millum Hoyvíkina og Havnina eftir, sum krevur tolsemi hendan morgunin. Nakað sum undrar meg hvønn morgun, at man ikki hevur valgt, at fáa loyst fyri langari tíð síðan.

Nógvar av teimum forðingum, sum eg havi nevnt her, kunnu loysat – tað krevur sjálvandi at tað verður raðfest og peningur verður settur av, at fáa betra um hesi viðurskifti.
Ístaðin fyri bara at forskrekkja lívið av fólki við skræmmekampagnum, um hvussu farligt tað er at koyra skjótt, haldi eg, at vit áttu at raðfest, at tryggja farleiðir okkara, soleiðis at allir trafikantar kunnu ferðast trygt.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *