Stine Bosse

Mær dámar væl fólk, ið duga at seta orð á kenslur, stórar sum smáar. Og sum ikki eru bangin fyri at deila tað við onnur.

Tað var eitt fornøjelsi at lurta eftir Stine Bosse siga frá um lív sítt í samrøðu við Armgarð Arge – hon greiddi frá hvussu tað var at vaksa upp, sum einabarn við eini mammu, ið var sálarliga sjúk og einum pápa, sum altíð segði við hana, at hon kundi gera tað betur – sjálvt tá avrik hennara vóru í topp. Hvussu trupult tað hevur verið at fyrigeva mammu sína eftir at hon gjørdi sjálvmorð og tað trista í at vera blivin skild tvær ferð.
Hon greiddi eisini frá hvussu hon sá seg sjálva sum eina strenga, rættvísa og góða mammu. Um at klára seg væl, sum kvinna á ovastu rók í vinnulívinum og um hvussu tað at gerast omma broytti raðfestingar hennara.
Hon legði heldur ikki fingrarnar ímillum tá tað kom til EU politik, Trump, kjak um nationalitet og kvinnurættindi.

Stine Bosse er ein hugsanarsom kvinna – hon er tilvita um søgu sína og um hvussu hon sjálv er viðvirkandi til um søgan er jalig ella nejlig og um hvussu lívsins avbjóðingar kunnu vendast til styrkir, sum kunnu brúkast framyvir.

Og tað er kanska serliga hetta eg havi hug at fáa fram her – tað at vit eru viðvirkandi til at fortelja søgur okkara. Lívi bjóðar okkum mangt og hvat, og nakað av tí, sum lívi bjóðar okkum ráða vit ikki sjálvi yvir. Men vit ráða sjávi yvir hvussu vit fortelja søgu okkara – og hvussu vit velja at koma víðari fram.
Tað hevur alstóran týdning fyri okkara sjálvsfatan, hvussu vit hugsa og snakka um okkum sjálvi. Um vit eru jalig og uppbyggjandi ella nejlig og niðurbrótandi, ávirkar atferð og atburð okkara. Tað ávirkar okkum í okkara fatan av hvat vit megna og hvussu onnur bera seg at mótvegis okkum.
Alt sum vit siga við okkum sjálvi og onnur, um okkum sjálvi hevur týdning og ávirkar møguleikar okkara.
Tí er umráðandi at fortelja jaligar og uppbyggjandi søgur sum sjálvan seg – bæði hart og innantanna.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *