Guilt tripping

Á páskum fóru vit øll í summarhúsið hjá okkum í Danmark – ein sera hugnaligur túrur. Men tað var nú ikki tað, eg skuldi skriva um í dag. Meðan vit vóru avstað hevði tann stóra gentan hjá Sonna føðingardag – og tað skuldi sjálvandi hátíðarhaldast. Eg fór í Bilka at keypa inn til dagin – […]

Ein hurð og onnur

Sat og prátaði við eina vinku, um lívið og tað sum har til hoyrir, og vit komu at snakka um hurðar, ið latast upp, tá aðrar latast aftur. Og um hurðar, ið eru afturlatnar. Eg haldi at hurðin, sum ímynd er heilt einastandandi, tí tað er so ræðuliga nemt at síggja tað fyri sær. Vit […]

Storytelling

Her er fyrilesturin sum eg helt 8. mars á Altjóða kvinnudegi um storytelling – um at siga søgur, um seg sjálva og um aðrar. Góðan lesi hug Staðfestast kann at allar mentanir hava til allar tíðir brúkt søgu sigan (storytelling), sum miðil til undirhald, at læra frá sær og til at varðveita mentanina. Við at […]

Forðabreyt

At koyra til Havnar úr Fuglafirði til dagligt er, sum at luttaka í eini forðabreyta kapping. Fólk og fæð, bilar, lastbilar og súklur alt saman í einum hurlivasa á vegnum, sum er høvðusæðr millum fólkaríkastu økini í Føroyum. Ein dagin herfyri eg fór avstað, byrjaði eg við at liggjar aftan fyri ein treylara, sum sjálvandi […]

Stine Bosse

Mær dámar væl fólk, ið duga at seta orð á kenslur, stórar sum smáar. Og sum ikki eru bangin fyri at deila tað við onnur. Tað var eitt fornøjelsi at lurta eftir Stine Bosse siga frá um lív sítt í samrøðu við Armgarð Arge – hon greiddi frá hvussu tað var at vaksa upp, sum […]

Ein skiftandi gerandisdagur

Tá man er partur av eini samansettari familju er gerandisdagurin nakað umskiftiligur – hetta bæði til gaman og álvara. Eg fari til tíðir at koma við ymiskum eygleiðingum, sum eg havi frá gerandisdegi mínum, um at fáa tvær karrierur og fimm deili børn + 1, at ganga upp.

Hvat er amboðskassin?

Eg hugsið at leggja ymisk amboð út her, sum tú kanst brúka í tínari menning – tað kann vera eitt amboð, ið tú kann brúka til at styrkja sjálvsálitið ella ein visualisering, sum stuðlar tær í at fremja eina neyðuga broyting. Og nógv onnur líknandi amboð. Góðan arbeiðshug